Sparingar í sjúkrahúsverkinum

Fíggjarliga er Danmark í somu støðu sum Føroyar, vaksandi uttanlandsskuld, so nú má táttast í á øllum økjum, ikki minst má skil vera í á hospitalsøkinum, og Danmark er nú býtt upp í regiónir.

Region Midtjylland er tann stórsta av trimum í Jyllandi.
Region Midtjylland hevur 15 sjúkrahús, nøkur av teimum eru tó ikki at rokna sum sentralsjúkrahús.
Eftir trimum árum skal Region Midtjylland spara 968 mill. kr., uttan at tað skal ganga út yvir dygdina av kanningum og viðgerð.
Strategiin er at sentralisera spesialini á færri eindum, økja ambulant virksemi, leggja sjúkrahús saman, niðurleggja sjúkrahús, brúka nýggja tøkni, umskipa administratión og hava “uvildig faglig analyse” av ætlaðu broytingunum.
Urologi verður samlað á Skejby sjúkrahúsi.
Tey størru sjúkrahúsini fáa sjálvandi eyka pengar, tá eyka arbeiði verður lagt á tey. Í meðal verður roknað við 25% av tí, tað kostaði á teimum smærru sjúkrahúsunum. – Her sæst, at tað fæst nógv minni fyri pengarnar á teimum smærru sjúkrahúsunum.
Áðrenn Region Midtjylland skuldi spara hesar 968 mill. vóru tey smærru sjúkrahúsini spard burtur.
Skuldu vit havt líknandi sparingar, og Region Midtjylland er ein fimtapartur av øllum regiónunum, sær roknistykkið soleiðis út:
968 : 100 x 5 = 48,4 mill. kr. at spara.
Urologi er spesiali av stórum týdningi. Urin verður gjørt í nýrunum og fer omaneftir gjøgnum landrásina í bløðruna, sum má tømast av og á. Allan vegin kunnu vera trupulleikar: nýrasteinar, bløðrusteinar, polyppur, kreftsvullir, infektiónir og hvørt av sínum. Hjá monnum koma prostatasjúkur og hjá kvinnum aðrir trupulleikar, fyri at nevna okkurt. Her er neyðugt við neyvum kanningum við framkomnum tøkni og samskipan við fleiri spesiali.
Heilsumálaráðharrin førir fram, at okkara heilsuverk altíð strembar eftir at fylgja tilmælum frá danska heilsustýrinum.
At flyta serdeildir til Klaksvíkar Sjúkrahús er tað øvugta av tí, ið gjørt verður í Danmark, og tað er óhugsandi, at undirtøka fæst frá Danska Heilsustýrinum fyri hesi ætlan.
Urologiin tolir ikki framhaldandi at vera kastibløka í politiska valdstríðnum.
Urologi má sum skjótast mennast á Landssjúkrahúsinum.
Urologiskir sjúklingar verða sum er tveittir sum bukka millum sengur – her má skil fáast á.