Sparingar raka ikki føroysku sjúklingarnar

Sjúkrahúsið Landsspítali í Reykjavík, sum eisini viðger sjúk­ling­ar úr Føroyum, skal spara nógvar pengar næsta ár

Árni Joensen

Tað er stjórnin, sum mælir til spar­ing­ar­nar í sambandi við upp­skotið til fíggjarlóg fyri 2012, men bæði leiðsl­an á sjúkr­a­hús­i­­num og lækn­ar­nir á­vara pol­it­ik­ar­ar­nar í­móti at sam­tykkja upp­skot­ið. Eitt nú hava tey mót­mælandi víst á, at síðani 2008 er játtanin til Lands­spítala minkað 23 pro­sent, og at starvsfólkini eru næst­an 600 færri nú enn undan spar­ing­unum.
Leiðslan á sjúkrahúsinum og lækn­ar­nir siga, at tað ber ikki til at spara meiri, utt­an at tað fer at skerja tæn­ast­una til sjúklingarnar meiri, enn gjørt er, og at tað fer eisini ávirka trygdina hjá sjúkl­ing­unum.

Raka ikki føroyingar
Landsspítali hevur sátt­mála við tað føroyska heils­u­verk­ið, sum kann senda før­oysk­ar sjúklingar til Reykj­a­vík­ar til við­gerð­ar. Men bæði leiðslan á Lands­spí­tala og lækn­ar­áð­ið á sjúkr­a­hús­i­num siga, at tær ætl­aðu spar­ing­ar­nar f­ara ikki at raka sjúkl­ing­ar­nar úr Før­oyum.
– Sjúkl­ing­ar úr Før­oy­um eru væl­komn­ir hig­ar, og vit fara at geva teimum ta bestu tæn­ast­una og røkt­ina. Í veru­leik­a­num hevur tað upp­aft­ur størri týdn­ing fyri okk­um at arbeiða saman við lækn­um og leiðslu í Før­oy­um og at styrkja sam­starv­ið, sig­ur Lilja Ste­f­áns­dótt­ir við Sos­i­alin. Hon er stjóri á skurð­deil­dini ­á Lands­spí­tala og hevur ábyrgdina av samstarvinum við heils­u­verk­ið í Føroyum.
Formaðurin í lækn­a­ráð­num á Landsspítala, Anna Gunn­ar­sdóttir, ásannar, at henn­ara limir eru sera mis­nøgd­ir við upp­skot­ið um at spara upp­aft­ur meiri næsta ár. Men tað skal ikki raka sjúkl­ing­ar­nar úr Føroyum.
– Tað er kortini greitt, at hetta fer ikki at raka okkara av­tal­aða samstarv við sjúkr­a­hús­mynd­ug­leik­ar­nar í Før­oy­um, sig­ur Anna Gunn­ars­dótt­ir við Sos­i­alin. Hon vón­ar, at tað fer at bera til at økja sam­starv­ið við tað før­oyska heil­s­u­verk­ið.
Anna Gunnarsdóttir sig­ur seg vóna, at Al­ting­ið fer at játta sjúkrahúsinum meiri peng­ar, enn stjórn­in hev­ur skot­ið upp.