Spanska stjórnin kunngjørdi í dag umfatandi sparingar og skattahækkingar, og tíðindini elvdu til harðar samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna í høvuðsstaðnum Madrid. Tíðindastovurnar skriva, at fleiri fólk fingu skaða, og at fleiri vórðu tikin.
Tiltøkini hjá stjórnini eru ein treyt fyri láninum, sum Spania hevur fingið frá ES til at bjarga landsins bankakervi, og ES-nevndin rósti í dag stjórnini fyri at hava tikið tær neyðugu avgerðirnar.
Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, segði í dag, at tiltøkini verða sett í verk sum skjótast. Eitt nú hækkar meirvirðisgjaldið úr 18 prosentum í 21 prosent, stuðulin til politiska upplýsing minkar 20 prosent næsta ár, og arbeiðsloysisstuðulin minkar eisini. Serliga avgerðin at hækka meirvirðisgjaldið kemur stjórnini illa við, tí undir valstríðnum fyri seks mánaðum síðani lovaði Rajoy at lækka meirvirðisgjaldið, fekk flokkur hansara stjórnarvaldið.