Sparingar hótta Atlantis

Nógv bendir á, at Mentanarhúsið Atlantis er í vanda fyri at missa sín kommunala rakstrarstuðul, nú stórar sparingar skulu gerast í Klaksvíkar Kommunu.

Hendir tað má húsið lata aftur, sigur Nikolina Olsen, forkvinna í stýrinum fyri húsið.


Hóast neyv tøl ikki eru sett á enn, váttar Erik Andreasen, formaður í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, at mentanarhúsið Atlantis verður rakt av sparingum.

- Endaliga avgerðin um, hvussu stóra sparing talan verður um, verður tikin komandi mánadag. Fyribils kann eg bara siga, at Mentanarhúsið verður rakt av sparingum, eins og flestu aðrir stovnar í býnum, sigur Erik Andreasen. 



Sigur upp

Hóast hann ikki vil koma nærri inn á tølini, bendir nógv á, at húsið er í vanda fyri at missa allan rakstrarstuðulin frá kommununi.

Hetta var í øllum førum nevnt sum ein møguleiki, tá mentanardeildin í farnu viku boðaði stýrinum fyri húsið frá, at sparingar vóru í umbúna, sigur forkvinnan í stýrinum, Nikolina Olsen.

- Vit svaraðu alt fyri eitt aftur og søgdu, at um meiri enn 50.000 krónur verða skarvaðar av játtani til húsið, merkir tað tað sama sum, at húsið má lata aftur, sigur Nikolina Olsen.

Eisini dagligi leiðarin í Atlantis, Høgni Klakstein hevur boðað frá, at um sparingin ferð upp um 50.000 krónur, má hann siga seg úr starvi.

- Skulu meir pengar enn tað sparast, havi eg snøgt sagt ongan møguleika at røkja mínar skyldur sum dagligur leiðari, og tí verði eg noyddur at siga upp. Tað gevur lítla meining at halda fram, um pengar ikki eru at skipa tiltøk ella gjalda reingerðarfólki løn, sigur Høgni Klakstein. 



Onki ball

Í skrivi í Norðlýsinum vísir Høgni Klakstein á, at Atlantis kostar kommununi umleið 300.000 til 350.000 krónur í árligum rakstri. Hin helvtin av játtanini fer til lánsgjøld, rentur og trygging av bygninginum. Sostatt sparir kommunan árliga eitt stað ímillum 300.000 til 350.000 krónur við at lukka Atlantis, tí lánsgjøld, renta, trygging, hiti og viðlíkahald skulu framvegis gjaldast.

Høgni Klakstein leggur afturat, at síðani hann byrjaði í starvinum sum dagligur leiðari í Atlantis, hevur hann roynt at fingið kommununa at sett lánsskuldina hjá Atlantis, sum í dag er umleið 2.6 milliónir krónur, á fíggjarlógina - um ikki alt í einum fíggjarári, so býtt yvir tvey ár. Á tann hátt kundi árliga játtanin verið skorin niður í eina helvt, og kommunan hevði harvið spart hópin av peningi í rentu. Bara hesi seinastu 5-6 árini hevur Atlantis goldið knappar 800.000 krónur í rentu.

- Men sjálvt um tíðirnar vóru av teimum allarbestu, varð hetta ikki tikið til eftirtektar. Við tí úrsliti, at nú umhugsar kommunan møguleikan, at einans rinda rentu og avdrøg. Sostatt má Atlantis lukka meðan kommunan framvegis má rinda umleið 350.000 krónur árliga til rentu, avdrøg og trygging 15 ár fram í tíðina, sigur Høgni Klakstein og leggur afturat

- Fyri umleið tveimum vikum síðani bjóðaði varaborgarstjórin øllum leiðarum í Klaksvíkar kommunu á fund, har hann kunnaði um fíggjarstøðuna, og endaði við at siga “Nú er ballið liðugt”. Eg kann alt fyri eitt uppplýsa, at her í mentaranhúsinum hevur als onki ball verið, tí vit øll árini hava hildið okkum innanfyri teir fíggjarkarmar, sum vit hava fingið frá kommununi. 



Brak mánadagin

Í løtuni vita hvørki stýrið fyri mentanarhúsið Atlantis ella dagligi leiðarin, Høgni Klakstein, um tey eru keypt ella seld.

Onki svar er komið úr býráðnum uppá brævið, sum stýrið fyri Atlantis sendi í farnu viku, og Høgni Klakstein hevur ongi boð fingið um, hvussu leingi hann kann vænta at hava sítt starv afturat.

Sambært formanninum í mentanarnevndini, Erik Andreasen, hoyrir tað ongastaðni heima, at fara soleiðis við fólki.

- Tað er ongin ivi um, at fundurin í mánadagin um fíggjarstøðuna í kommununi endar við einum braki. Men heldur tað, enn at halda fólk í óvissu, sigur Erik Andreasen.

Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu, sigur seg ikki vilja gera viðmerkingar til málið um Atlantis, fyri enn ein endalig býráðssamtykt fyriliggur um væntaðu sparingarnar.

Uppá spurningin, um tað ikki er í so seint at koma við eini viðmerking tá, svarar mentanarleiðarin, at tað hevur hann onga viðmerking til.