Tað er ikki bara samgongan í Føroyum, sum arbeiðir við sparingum á fíggjarlógini. Tað er samgongan í Grønlandi eisini, og tann grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Palle Christiansen, ásannar, at summi fara at kenna sviðan av, at politikararnir tátta fíggjarpolitikkin.
Men samgongan í Grønlandi ætlar ikki bara at spara. Talan verður eisini um nýggjar inntøkur, og teirra millum er eitt avgjald fyri fiskirættindi uttanskers. Eitt annað tiltak er, at samgongan ætlar at steðga tollfríari rúsdrekka- og tubbakssølu eit tíðarskeið fyri at fáa meiri pengar í landskassan.
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2010 kemur tann 30. september.