Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, sigur eins og Hermann Oskarsson, at lønarsteðgur er ikki tað rætta í krepputíð -Sparing er ikki tann rætti kreppupolitikkurin. Vit klára saktans at hava eina milliard í halli á fíggjarlógini um árið í tvey ár og at læna báðar milliardirnar til undirskotið.
Tað sigur búskaparfrøðingurin Jóannes Jacobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hann ávarar eisini ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at fáa fakfeløgini at ganga við til at strika lønarhækkingina í heyst.
-Tað er grundleggjandi búskaparfrøði, at lønarsteðgur er heilt burturvið í einari konjunkturkreppu, sigur Jóannes Jacobsen, sum er fyrrverandi skrivari hjá Búskaparráðnum. Hann hevur skrivað eina phd-ritgerð í buskaparfrøði, sum hann skal verja í næsta mánað.
Kelda: Kringvarpið