Vestmenningar fara nú at merkja avleiðingarnar av, at ellis- og røktarheimið í bygdini bleiv eitt sindur dýrari enn ætlað.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri, sigur, at ellis- og røktarheimið varð mett at kosta 47 milliónir, men tað endað við at verða nakað dýrari, sigur borgarstjórin.
Av tí sama verður neyðugt at leggja fíggjarætlanina um og at seta sparingar í verk.
Men í hesum føri verða játtanirnar til lønir, telefon, trygging, ljós og hita, ikki spardar, so sparingarnar føra ikki uppsagnir við sær.
Kortini er øll reingerð hjá kommununi flutt til um dagin. Annars hevur sumt av reingerðini verið um kvøldið, men við at leggja alla reingerðina í vanligari arbeiðstíð, sparir kommunan einar 400.000 krónur úr yvirtíðarløn.
Annars eru allar íløgur í kommununi í ár strikaðar. Talan er um at mála, skifta vindeygu og at gera aðrar ábøtur á ymsar kommunalar stovnar, umframt annað. Harafturat eru at kalla allar rakstrarkontur skerdar 20%, eitt nú ábøtur á vegakervið, játtanin til leikur og annað í barnagarðinum o.s.fr.
Pauli T. Olsen sigur, at av tí, at tey vóru greið yvir, at sparingar máttu til, gjørdu tey at fara undir tær beinanvegin nú við ársbyrjan við tí fyri eyga at gera tær so smidligar, sum til ber.
Eitt, sum hevur elvt til meirútreiðslur, er at tað varð fleiri mánaðir og av tí sama mátti sambýlið verða longri opið og har rindar kommunan náttavaktir, húsavørð og annað.
At ellis- og røktarheimið varð seinkað, hevur kostað kommununi onkustaðni ímillum tvær og tríggjar milliónir eyka, sigur borgarstjórin.