Sparikassin í nýggjum búna

Sparikassin úti í Hornabø í Havn lat seinnapartin hósdagin upp nýggju deildina, sum hevur verið í gerð síðani maj mánaða í fjør

Seinnapartin hósdagin kundi ein stoltur sparikassastjóri, Bjarni Olsen, bjóða vælkomin í nýggju, snotiligu hølini hjá Sparikassanum úti í Hornabø í Havn.
? Hølini eru keypt í 1998 frá Poul Hansen við umbygging fyri eygað, sigur Bjarni Olsen. ? Vit byrjaðu uppá arbeiðið í maj mánaða í fjør, tí gomlu hølini vóru ikki tíðarhóskandi. Trongligt var bæði hjá starvsfólki og kundum.
Nýggju hølini úti í Hornabø eru stór og rúmlig. Ljóst er inni, og øll síðan, ið vendir oman ímóti vegnum er vindeygu, og sniðið er sera nýmótans.
? Vit eru væl nøgd við hølini, sigur Bjarni Olsen. ? Tey liva upp væntanir hjá okkum, her er opið og fólk skulu kenna seg vælkomin.
Føroya Sparikassi er eisini farin undir at nýta eitt nýtt teldurforrit, og sigur sparikassastjórin, at hetta er eitt forrit, sum ger tað, at nógv minni pappírarbeiði verður. Soleiðis slepst eisini undan goymslum til pappír, og tað verður meira arbeiðssligt. Á henda hátt sleppur hvør einstakur eisini undan at toga nógv pappír fram og annað.
? Deildin her hevur bert verið ein avgreiðsludeild, har tey vanligu tingini verða avgreidd, greiðir Bjarni Olsen frá. ? Annað, so sum lán og ráðgeving, hevur alt gingið fyri seg í deildini í Sverrisgøtu. Men sum nakað nýtt fara vit undir at veita kundanum eina betri tænastu, so at teir í nærumhvørvinum kunnu fáa bæði lán og ráðgeving í hesi deildini.
Henda deildin er á stødd við deildina hjá Føroya Sparikassa í Runavík, sum er størsta deildin hjá sparikassanum uttanfyri Havnina.