Sparikassin garanterar eisini

Við at keypa seg inn í danska GarantiInvest, kann Føroya Sparikassi nú eisini bjóða sínum kundum tryggar íløgur.
GarantiInvest, ið eisini er samstarvsfelagið hjá Kaupthing í Føroyum hevur ígjøgnum nógv ár spesialiserað seg innan sonevndu tryggu virðisbrøvini, sum tað verður greitt nærri frá aðrastaðni í blaðnum.
Í Sparikassanum seldu tey í desember mánaði trygg íløguprógv til kundar sínar, og við at keypa seg inn í fyritøkuna verður roknað við, at samstarvið við danska felagið kann gerast enn tættari, staðfestir Sparikassin á heimasíðu sínari.