Sparikassin fluttur

Føroya Sparikassi hevur nú tikið í nýtslu nýggja bygningin Yviri við Strond 2. Í nýggju høvuðsskrivstovuni húsast nú stjórnin, øll umsitingin, vinnulívsdeildin, fíggjar- og uttanlandsdeildin.

Samskiftið við privatkundar Sparikassans í Havn fer framvegis fram á deildum Sparikassans í Sverrisgøtu, við Tinghúsvegin og í Hornabø.

Avgreiðslan av vinnulívskundum í HGavn er flutt úr Sverrisgøtu í høvuðsskrivstovuna Yviri við Strond, har Vinnulívsdeildin nú húsast. Her halda eisini uttanlandsdeildin og fíggjardeildin ti, soleiðis at avgreiðsla ráðvgeving til vinnulívskundar í høvuðsstaðnum er savnað undir sama taki.

Umsitingardeldirnar sum halda til í høvuðsskrivstovuni Yviri við Strond 2 eru:


?Stjórnarskrivstova

?Kredittdeild

?Fyrisitingardeild

?Marknaðardeild

?Starvsfólkadeild

?Roknskapardeild

?Edv-deild

?Innanhýusis grannskoðanardeild


Í sambandi við flytingina hevur Føroya Sparikassi fingið nýtt høvuðstelefonnummar. Nýggja nummarið er 348000

Almenn móttøka verður hósdagin 24. august 2000