Sparikassin er rættuliga komin við í føroyskt vinnulív. Í dag fíggjar sparikassin umleið helvtina av føroysku alivinnuni og hendan stendur fyri einum rættuliga stórum parti av samlaða føroyska fiskiútflutninginum. 
	Leiklutirin hjá Føroya Sparikassa í alivinnuni gevur pening, tí alivinnan stóð seg sera væl í fjør. Prísirnir vóru góðir og tí varð alifiskurin tikin so skjótt sum gjørligt. Hetta hevur viðført, at fiskurin í meðan var yngri, tá hann varð tikin, og ti var meðalvektin eisini minni, og hetta sæst aftur í útflutninginum. Skiftisavlopið er sostatt økt munandi, og hóast prísirnir fullu aftur síðslu mánaðirnar í 2000, hjevði alivinnan sum heilt stórt yvirskot í fjør, sigur Føroya Sparikassi










