Samstundis sum ellis- og røktarheim verða bygd til yvir 100 fólk fyri at nøkta ein akuttan tørv, ætlar samgongan nú at niðurleggja yvir 30 av verandi plássum. Sosialurin skrivar, at orsøkin til, at almannamálaráðið tekur hetta stig, er fyri at rationalisera eldraøkið og sostatt spara pengar.
Í hesum sambandi hevur Rósa Samuelsen sent limum í samgonguni eina ætlan um at niðurleggja hesi eldraplássini og at flyta búfólkið á tey nýggju ellis og røktarheimini, sum nú verða bygd.
Sosialurin veit hetta frá fleiri keldum í samgonguni, sum tó ikki vilja leggja navn til, tí tey vita at hetta verður umstrítt mál.
Fýra ellis- og røktarheim verða bygd í Vági, í Vestmanna, í Havn og í Klaksvík fyri at nøkta tann akutta tørvin á búplássum til eldri. Eisini landsstýrið hevur ásannað, at tørvurin er akuttur, og tí hevur landskassin eggja til at fáa gongd á byggingina.
Keldur í samgonguni siga tí við Sosialin, at skulu yvir 30 pláss nú niðurleggjast, er lítið vunnið, tí so eru vit aftur flutt langt aftur í tíðina.
Ætlanin er at seta hesi tiltøkini í verk longu næsta ár.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur Sosialin, at tað er samgongan, sum hevur álagt henni at seta sparingar í verk á almannaøkinum, og at eingin møguleiki verður útihýstur. Tilsamans er talan um 30 milliónir krónur, sum skulu sparast, men Rósa Samuelsen leggur dent á, at eingin avgerð er tikin enn um nakað sum helst, men at tað verður kannað, hvørjar sparingar skulu setast í verk.