Eyðgunn Samuelsen tingkvinna
---
Eitt orðafelli sigur, at ein kann spara seg eftir reyv. Hetta merkir, at ein kann spara á ein tílíkan hátt, at man verður enn fátækari, enn ein var frammanundan. Sitandi samgonga raðfestir bert eitt mál, og tað er at hava hallið á fíggjarlógini burtur í 2016. Hetta ljóðar gott í sær sjálvum, men tá ið ein bert leggur seg eftir at spara og ikki samstundis stimbrar búskapin, so kemur ein í eina ónda ringrás. Tað byrjar við sparingum, ið viðføra færri inntøkur, ið aftur hava við sær, at sparast má enn meira. Samfelagið verður niðurpínt og í síðsta enda tekur tað longur at gerast skuldarfríður, enn tað annars vildi gjørt. Hetta er, eftir mínum tykki, at spara seg eftir reyv.
Skera av inntøkugrundarlagnum
Skattalættin, á 265 milliónir, hevur tað avleiðing at minni kemur inn í landskassan, tí hann vendir sosialt skeivt. Tey, ið hava brúk fyri einum lætta, og sum vildu keypt vørur og tænastur fyri peningin fáa, í alt ov lítlan mun, lut í skattalættanum. At hetta er so, síggja vit í tølunum, bert í september mánaða í ár komu 38 milliónir minni inn í skatti, enn í september í fjør. Landsstýri væntar at tað koma 20 milliónir minni inn í skatti í 2013 enn í 2011.
Hvussu sparir samgongan
Teir siga, at samfelagið skal rekast fyri sama krónutal í 2013 sum í 2012. Hetta ljóðar kanska ikki so ringt, tí vit hava tað jú gott, so munnu vit ikki fara at hava tað líka so gott komandi ár, við sama krónutalið ? Veruleikin er tó tann, at landsstýrismaðurin ikki tekur hædd fyri prís- og lønarvøkstri. Tær áleið 80 milliónirnar ið koma av prís- og lønarvøkstri, hevur hann tikið av fíggjarætlanini, hóast tingið samtykti at henda upphædd skuldi leggjast omaná.
At henda upphæddin manglar, merkir at stovnarnir skulu spara henda peningin. Hetta rakar serliga heilsu- skúla og almannaverkið. Tað er her og í høga oljuprísurin, at orsøkin liggur til at vit nú hoyra í fjølmiðlunum at Landssjúkrahúsið skal spara og vit skulu gjalda brúkaragjøld.
Sama sparisøgu fara vit eisini at hoyra um, innan skúlaverki og almannaøki. Landstýriskvinnan í almannamálum sigur, at hon hevur sett 1,5 millión meira av til eldrarøktina tí tað verða fleiri eldri. Trupulleikin er bara tann, at hon manglar pening fyri løn- og prísvøkstur, so henda eykaupphæddin, til tey eldru, verður máað burtur av løn- og prísvøkstrinum. Búskaparliga er hetta eisini við til at økja um arbeiðsloysið, ein sparing á 80 milliónir kostar størv, kanska eini 160- 200 størv. Sostatt viðførir politikkurin hjá samgonguni, at arbeiðsloysið økist og færri krónur koma inn í landskassan og so mugu vit spara enn meira.
Sparið í umsiting heldur enn tænastu
Tað hevur altíð týdning at fara væl um peningin hjá borgaranum. Politikarin eigur altíð at ansa eftir, at peningurin hjá borgaranum verður brúktur á ein skynsaman hátt. Almenna umsitingin merkist, nógva staðni, sum ein stór og stirvin skipan. Vit eiga alla tíðina at leggja okkum eftir einfaldari umsiting, so peningurin, ið vit brúka, fyrst og fremst ferð til økta og betri tænastu.
Spara á skeivum stað
Barnakekkur, er eitt vallyftið ið Fólkaflokkurin veittrar við. Tað ljóðar gott, at fáa ein kekk sendandi og peningin í hondina. Trupulleikin er bert tann, at tað verður dýrari at umsita eina tílíka skipan, í mun til at barnafrádrátturin er í skattinum. Eisini merkir barnakekkurin, alt annað líka, at tann ið fær hann kemur at gjalda meira í skatt, enn frammanundan.
Umleggingin av gjaldinum til Heilsutrygd er eitt annað dømi. Við at broyta gjaldsskipanina sum ætlanin er, verður avleiðingin, sambært lógaruppskotinum, at skipanin kemur at krevja meiri orku og kemur væntandi at hava fleiri útreiðslur við sær. Tað rættað hevði verið at gjaldið verður samhaldsfast, sum lagt verður upp til, og at tað verður tikið inn yvir skattin, sum upprunaliga ætla.
Tímaskráseting er eitt triðja dømi. Bæði innan eldrarøktina og skúlaverkið hava vit skipanir, har næstan hvørt minutt ið heilsurøktarin og lærarin arbeiða skal skrásetast. Kundi verið áhugavert at vita, hvussu stórur partur av arbeiðstíðini ferð til skráseting, í mun til røkt og undirvísing.
Framtíðin kennist ótrygg av førda politikkinum
Samgongan førir ein politikk, har inntøkurnar, ið vit kundu havt, ikki koma til høldar. Ein orsøk til at inntøkur landskassans minka er, umframt skattalættan, at nýtslan ikki veksur. Vit vita, at um nýtslan var á vanligum støði so var búskapurin eina milliard størri og skatta- og avgjaldsinntøkurnar einar 250 mió hægri.
Fyri at nýtslan kann økjast krevur tað eina samgongu ið førir ein álitisvekjandi politikk. At borgarin kennir, at her er trygt og politikkurin er á røttu kós. Vit síggja, at borgarin kennir seg alt annað enn tryggan, av førda politikkinum. Tað er ikki løgið, at fólk kenna seg ótrygg tá ið vit javnt og samt hoyra um uppsagnir og sparingar á Landssjúkrahúsinum, at Strandferðslan manglar pening og má skerja túratalið og hækka prísin, bert fyri at nevna tvey aktuell dømir.
Tveita inntøkur burtur
Sum rosinan í pylsuendanum, hava vit verið vitni til, eina ómetaliga vánaliga handfaring av okkara fiskivinnu, sum jú er tann vinnan, har inntøkuskapanin skal koma frá.
Samgongan samtykti, at inntøkan til landið av makrelfiskiskapinum í ár, skuldi verða 128 milliónir. Mátin hesin fiskiskapur var skipaður, var onki minni enn ein skandala. Lagdir vóru so nógvir fótonglar fyri vinnuna, at samgongan noyddist at lækka inntøkurnar niður í 80 milliónir. Nú fiskiskapurin er um at verð av, er nógv sum bendir á, at hetta eisini er ein fuglur á takinum. Endin verður kanska at eini 60 milliónir koma inn, ístaðin tær 128 milliónirnar ið ætlanin upprunaliga var.
Vandi er fyri, at 40.000 tons ikki koma til høldar. Hetta var júst tað tonsatalið, ið landið fekk boðið 100 milliónir fyri, helst var inntøkan størri um hesi tonsini vóru seld. Bara vánaliga handfaringin av makrelinum hevur kostað landinum einar 200 milliónir í mistari inntøku.
Føroyar er eitt land við gyltum møguleikum
Samanumtikið kann sigast, at vit hava góðar møguleikar at skapa eitt gott og trygt samfelag. Hetta krevur tó ein politikk, ið fólk kenna seg trygg við. Ein politikk, ið stimbrar búskapin og ein politikk ið gevur vinnuni bestu karmar, so hon kann blóma. Tíverri er hetta ikki ein politikkur, ið sitandi samgonga førir. Tí hava Føroyar uppiborið eina aðra samgongu, ið vil skapa møguleikar, trúgv uppá framtíðina og tryggleika. Soleiðis at vit flyta okkum framá og ikki stara okkum blind á eina endaleysari spariringrás, ið bert ger okkum fátækari.