Spara gudstænastur og Deg og Viku

Sparitiltøkini hjá Kringvarpinum hava við sær, at Dagur og Vika og 3-2 verða tikin av skránni mánadag, og gudstænastur í sjónvarpi verða ikki sendar av bygd.

Hesum boðar kringvarpið frá á heimasíðuni.

Frá mánadegum at rokna sløkkir Kringvarpið eftir endursendu tíðindini klokkan 21 og tendrar ikki aftur fyrr enn klokkan seks ella sjey morgunin eftir.

Sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum hevur leiðslan í Kringvarpinum gjørt av at seta sparitiltøk í verk alt fyri eitt, og tey koma í gildi mánadagin. Tiltøkini hava við sær, at sendingar, sum fríyrkisfólk hava gjørt fyri útvarpið og sjónvarpið, verða tiknar av skránni. Harumframt fara starvsfólk at fríganga, og tað rakar eisini sendingarnar hetta til nýggjárs.

Sparitiltøkini hava við sær, at sjónvarpstíðindasendingin mánakvøld verður tikin av skránni. Sostatt verður Dagur og Vika bert á skránni týskvøld, hóskvøld og fríggjakvøld. Ítróttarsendingin 3-2 mánakvøld verður eisini tikin av skránni. Seinastu ítróttartíðindini í sjónvarpinum í hesum umfari verða í Degi&Viku hóskvøldið.

Gudstænastutilfarið í sjónvarpinum sunnudag verður tað, sum eftir er av árinum, einans sent úr kirkjum í Tórshavnar kommunu.

Í útvarpinum hava sparitiltøkini við sær, at sendingarnar Áðrenn Elvis, LP-in, Røddin, Rót og Rútma, Bolero, Cantabile og Morgunbland verða tiknar av skránni. Hetta eru sendingar, sum fríyrkisfólk hava gjørt.

Tvær aðrar sendingar, sum eisini verða tiknar av skránni tað, sum eftir er av árinum, eru In mente og Vitan.

Fíggjarliga støðan í Kringvarpinum hevur eisini við sær, at nakrir fastir tættir í morgunsendingini í útvarpinum eisini verða strikaðir, m.a. Eygleiðingin, Klumman og Orð um orð.

Leiðslan í Kringvarpinum hevur eisini gjørt av, at Náttarrásin verður tikin av skránni. Útvarpið sløkkir, tá tíðindini eru endursend klokkan 21.00. Og latið verður ikki uppaftur fyrr enn klokkan seks ella sjey á morni.