Heilsumálaráðið hevur gjørt av, at 40 fólk, sum hava trupulleikar við rygginum, og sum krevja skurðviðgerð, skulu viðgerast á Landssjúkrahúsinum og ikki á sjúkrahúsinum í Hellerup, sum vanligt hevur verið.
Í hesum viðfangi hevur Landssjúkrahúsið fingið avtalu við ein norskan serlækna um at gera skurðviðgerðirnar á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur longu verið her og framt skurðviðgerðir.
Hendan skipanin er bíligari enn at senda sjúklingarnar til Danmarkar, og tí samtykti Løgtingið í gjár at flyta Landssjúkrahúsinum 1,7 millión krónur av játtanini til serviðgerð uttanlands.
Onkrir tingmenn vildu hava vissu fyri, at sjúklingarnir fáa líka góða viðgerð í Føroyum sum uttanlands. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, segði, at eingin viðgerð verður flutt til Føroya, uttan at dygd og trygd eru í lagi.