Spara 20 mió fyri hvørt prosent

Skal landið halda fast um lønarkarmin, er bert neyðugt við hálvari viku í verkfalli fyri hvørt prosent, sum lønirnar hækka, vísa útrokningar.

Leo Poulsen

Lønarkamurin skal haldast, eru boðini frá fíggjarmálaráðharranum.
Tað hevur verið tulkað soleiðis – og tað vísa ábendingar eisini – at hækka lønirnar, merkir hetta uppsagnir innan tað almenna.
Fyri landið kann tað fyri so vítt verða líkamikið, um lønirnar verða útgoldnar til 9.000 fólk ella til 8.900. Bara samlaðu lønarútreiðslurnar ikki hækka.
Verða fólk søgd úr starvi fer tað tó undir øllum umstøðum at merkjast onkunstaðni, tí tá verða fleiri noydd undir ALS, og tað ávirkar ikki beinleiðis almenu lønarútgjaldingarnar.
Ein annar háttur hjá tí almenna at halda lønarkarmin er, at lata fakfeløgini fara í verkfall, tí tá sparir tað almenna nógvar pengar. Upplýst er, at hvørt prosent, ið lønirnar hækka, merkir eina eyka lønarútreiðslu til landið á 20 milliónir krónur.
Við eitt sindur av høvuðrokning finst fram til, at samlaðu lønarútreiðslurnar til almennu starvsfólkini tá eru tvær milliardir. 20 milliónir býtt yvir 52 vikur gevur runt roknað tvey prosent um vikuna.
Verður gingið út frá, at fakfeløgini fáa 3% lønarhækking, skal tað almenna bara lata fakfeløgini verða í verkfalli í hálva aðru viku, so passa pengarnir. Fakfeløgini rinda so løn til sínar limir í hálva aðru viku, og tað almenna megnar at halda samlaða lønarkarmin.
Sjávlandi er roknistykkið ikki heilt so einfalt, men teoretiskt er tað rætt. So er spurningurin bara, um útjaðarin er einasti parturin av Føroyum, ið skal líða fyri loysnini.