– Vit væntaðu at spara um 10 prosent. Higartil hava vit spart 15 prosent. Og vit vænta, við nøkrum tillagingum afturat, at fara at spara nøkur prosent afturat, sigur Bárður Højgaard, ein av teimum fýra brøðrunum, ið eigur reiðaríið Frakt & Sand, sum eigur Hav Atlantic.
Bárður Højgaard er sjálvur elektrikari og arbeiðir nógv við tí tekniska umborð á skipunum hjá reiðarínum.
Klók skipan sparir oljunýtsluna
Tað var síðst í 2018 at byrjað varð at seta nýggju skipanina umborð á Hav Atlantic. Skipanin hevur heitið Frugal Propulsion.
Tað er eitt danskt felag, ið eitur Frugal, ið hevur ment loysnina. Skipanin er snild og kann stýra snúningunum á motorinum. Skrúvan er flytilig og bløðini draga fyri at fáa meira ferð á. Er hækking á, so minka snúningarnar á motorinum.
Skipanin er klók og gevur nógv ymisk dáta. Millum annað avlesur hon oljumátingar fyri hvønn tíma, og hon roknar eisini út, hvussu tað ber til at spara mest. Til dømis um nógv stendur á akslunum, so lækkar hækkingin á skrúvuni, og tað gevur fleiri snúningar.
– Skipanin minkar um oljunýtsluna hjá skipinum. Sparingin svarar til umleið 225.000 litur MGO, og 15.000 kilo av NOx um árið, sigur Bárður Højgaard.
Av tilvild
Skipanin varð sett í so við og við, meðan Hav Atlantic lá við kai og lossaði. Tað var bara ta einu ferðina í mars at skipið mátti liggja við kai í fimm dagar, tá ið skipanin endaliga varð sett upp umborð, at tað ávirkaði vanligu rutuna hjá skipinum eitt sindur.
– Tað hevur ikki órógvað arbeiðið á skipinum nógv. Vit vænta, at íløgan, ið vit hava gjørt, verður spard innaftur eftir einum ári, sigur Bárður Højgaard.
Tað var eitt sindur av tilvild, at Hav Atlantic gjørdist partur av royndarverkætlanini.
– Vit sigla runt í nógvar havnir í Norðurevropa, og tá koma vit eisini í prát við nógv fólk. Vit ynskja eisini at vera meira grønir. Men tað er eisini greitt, at kappingin er hørð innan okkara vinnu, og hon gevur ikki so nógv. Tí er eisini neyðugt at hyggja eftir, hvar vit kunnu spara. Okkara kappingarneytar eru útlendingar. Tá ið vit hoyrdu um hesa skipanina, hildu vit, at vit skuldu royna hana, sigur Bárður Højgaard.
Ætlandi umborð á fýra onnur skip
Skipanin sendir dáta inn á skipanina hjá Frugal á skrivstovuni í Danmark, og teir arbeiða allatíðina við at menna hana.
Nú ætlar Frakt & Sand at fáa skipanina umborð á fýra onnur skip hjá felagnum, nevniliga umborð á Hav Nes, Hav Nordic, Hav Skandic og Hav Saga. Skipanin riggar sum nú er ikki til øll sløg av skipum, men nevndu skip líkjast Hav Atlantic, og væntandi fer hon at rigga har.
– Vit eru í gongd við at kanna um tað ber til at fáa skipanina umborð á hesi fýra skipini eisini. Vit vóna, at hon eisini fer at spara oljunýtsluna á teimum skipunum, sigur Bárður Højgaard.
Frugal hevur verið í sambandi við skipaverksmiðjur, sum gera nýbyggingar, fyri at kanna um hendan skipanin kann setast umborð.
Skipanin hevði nokk ikki rigga til frystiskip og onnur, ið hava tørv á nógvari el-orku. Men hon sær út til at passa væl til nøkur av skipunum, ið Frakt & Sand hava.
– Nýggja skipanin riggar ikki at nýta umborð á øllum skipum. Tað er best um skrúvan hevur broytiliga hækking, sigur Bárður Højgaard.
Siglir í Norðurevropa
Hav Atlantic er eitt fraktskip, sum fyri tað mest siglir við fiskamjøli, sandi, skervi og aðrari frakt millum havnir í Norðurevropa. Millum annað verður siglt til Norra, Litava, Týskland, Ongland, Holland og Spania. Tað er sjáldan at skipið er í Føroyum. Skipið er 90 metrar langt og lastin er 5.500 rúmmetrar.
Sjey menn sigla við skipinum.
Frakt & Sand hava níggju skip og umleið 120 fólk í starvi.