Spara 15 mió í arbeiðsmarknaðargjøldum

Í sínum royndum at tálma útreiðslunum á fíggjarlógini hava politikararnir fingið eina hjálpandi hond orsakað frá lækkingum í arbeiðsmarknaðargjøldum.

Herfyri gjørdi stýrið fyri ALS av at lækka inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina við 0,75 prosentum, úr 1,25 niður í 0,5 prosent. Og í hesum døgum arbeiðir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum við at strika inngjaldið í Trygdargrunnin, har arbeiðsgevarar higartil hava skula goldið 0,15 prosent av lønargjaldinum til.
Tilsamans er talan um at arbeiðsgevarar, og harvið eisini landskassin, spara 0,9 prosent. Fyri landskassan er talan um eina sparing uppá 15 milliónir krónur um árið.