Spar streym á telefonini

Ofta hava vit lyndi at ilskast inn á, at telefonin er um at ganga tóm fyri strøm, og mangan munnu vit hava ynskt okkum telefonir við betri battaríum.

 

Trupulleikin er sjálvandi, at vit ikki vilja hava ov stórar og tungar fartelefonir og tískil mugu framleiðararnir finna aðrar loysnir.

 

Tað er eingin loyna, at tað er brúk av telefonini, sum avgerð, hvussu skjótt streymurin á battarínum verður brúktur, og tá talið á appum, forritum og nýtslan av telefonini alla tíðina veksur, veksa krøvini til battaríini eisini.

 

Her er tó ein listi yvir okkurt, sum tú sjálvur kanst gera, fyri at leingja um livitíðina.

 

Halt skil á streym-grúkunum

Halt eyga við forritum, sum  nýta ov nógvan streym. Hetta gerst tú inni á innstillingum. Har finnur tú ein lista, sum vísir hvussu nógvan streym ymisku forritini brúka.

 


Dagfør forritini

Tað er altíð eitt gott hugskot at hava dagførd forrit, líkamikið hvussu nógvan streym tey brúka. Í dagføringunum rætta framleiðararnir eisini feilir og gera tilllagingar, sum minka um streymnýtsluna. Harumframt gerst trygdin á telefonini betri.

 

Minka ljósstyrkina

Skermurin á telefonini er nakað av tí, sum brúkar mest streym. Vel tí sjálvvirkandi ljósstyrki ella set ljósstyrkina so lágt, sum er ráðiligt fyri títt brúk.

 

 

Fá færri boð

Battaríið varir longri og tú fært betri sálarfrið, um tú setur telefonina til ikki at geva boð frá sær so ofta.

 

Dagfør stýrisskipanina

Eins og tað gagnar forritunum at verða dagførd, skal tú syrgja fyri, at stýrisskipanin eisini er dagførd.

 

Minka um nýtsluna

Tað krevur orku, um telefonin alla tíðina skal heina teldupostar og data frá ymiskum forritum. Jú longri tíð er millum, at telefonin skal seta seg í samband við servarar og heinta innihald, jú minni streymur verður brúktur.

 

Tak innihaldið niður

Filmur, tónleikur og kortdátu kunnu takast niður á telefonina umvegis tráðleyst internet, áðrenn tær tørvar at brúka tað. At taka dátu niður umvegis fartelefonnetið, t.v.s. t.d. við 4G, krevur nógv meiri orku.

 

Tendra orkuspararan

Nýmótans smartfonir hava eitt forrit, sum sjálvvirkandi sparir streym. Nýt hetta forritið, um telefonin er um at blíva tóm

 

Taktisk løðing

Ansa eftir ikki at overva battaríið. Tak stikkið úr, um telefonin er fulllødd og royn so vítt gjørligt ikki at løða telefonina heilt upp á 100 prosent. Tú kanst eisini saktans løða hana, hóast hon ikki er heilt tóm.

 

Sløkk vibrering

Tað kann vera sera hent, at telefonin bara ristir, heldur enn at ringja, tá ein er til fundir og annað, men tað krevur eisini meiri orku at rista. So um tað ikki er neyðugt, sløkk so funkuna.

 

Sløkk Bluetooth og lokalisering

Bluetooth krevur nógva orku, so sløkk sambandið, tá tað ikki verður nýtt. Lokaliseringstænasturnar seta seg alla tíðina í samband við mastrar, so tey kunnu fylgja tær í gerandisdegnum. Men er tað neyðugt, at øll vita, hvar tú ert?

 

Keyp eina nýggja telefon

Um alt annað svíkir: Keyp tær eina nýggja telefon við so góðum battaríið sum gjørligt.