Tá Spania í gjár vann 1-0 móti Irak í Conferations cup í Suðurafrika, var talan samstundis um nýtt landsliðsmet. Talan var nevnliga um 14. sigurin á rað hjá spanska fótbóltslandsliðnum, og eina slíka røð eru tað bara Brasilia, Frakland og Australia, sum hava havt. Samstundis er Spania nú bert ein dyst frá at javna metið hjá Brasilia, sum eitt skifti spældi 35 landsdystir á rað uttan at tapa.