Spanskt/enskt heimslið

Partur av FIFA-hátíðarhaldinum í gjárkvøldið var eisini setanin av ársins liði. Tað eru limir í altjóða spælarasambandinum, FIFPro, sum greiða atkvøðu í hesum, og er úrslitið eftirfarandi, er eingin ivi um, hvørji bestu liðini í heiminum eru.

Umframt Barcelona, sum setti sín dám á liðið, so komu spælararnir úr Manchester United, Chelsea, Liverpool og Real Madrid, so tað kann rólliga staðfestast, at enska og spanska deildin eru sterkastu fótbóltdeildirnar í heiminum.

Liðið hjá FIFPro er mannað soleiðis: Iker Casillas (Real Madrid), John Terry (Chelsea), Nemanja Vidic (Man Utd), Patrice Evra (Man Utd), Daniel Alves (Barcelona), Xavi (Barcelona), Andres Iniesta (Barcelona), Steven Gerrard (Liverpool), Lionel Messi (Barcelona), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Fernando Torres (Liverpool).