Spanskir leikarar helst í verkfall

Dystirnir í tveimum teimum ovastu deildunum í Spania kunnu verða útsettir, eftir at spælarafelagið hevur atkvøtt fyri verkfalli.

 

Leikararnir vilja hava ein grunn, sum kann tryggja lønir, sjálvt um eitt felag fer í gjaldssteðg. Og hendan avgerðin merkir, at tvey tey fyrstu umførini í sponsku kappingini nú eru í vanda fyri at verða útsett.

 

Avgerðin er einmælt. Nýggja kappingarárið byrjar ikki, fyrr en nein avtala er undirskrivað, sigur formaðurin í spælarafelagnum, Luis Rubiales, sambært BBC Sports.

 

La Liga – fremsta deildin í Spania – skal annars byrja vikuskiftið 20/21 august.