Tað bleiv í gjár almannakunngjørt at spanska ákæruvaldið ynskir Shakiru handan lastar dyr í átta ár fyri skattaundandrátt. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Kunngerðin kom eftir at Shakira vísti aftur semingsuppskotið, ið spanska ákæruvaldið kom við. Tí skal sakarmálið nú fyri rættin.
Popstjørnan, ið eisini er fyrrverandi kona Barcelona og spanska landsliðsleikaran Gerard Pique, er ákærd fyri at hava svika skattamyndugleikarnir fyri 14,5 milliónir evrur. Tað svarar til umleið 108 milliónir danskar krónur.
Rættarbrotið er, sambært tí spanska ákæruvaldinum, framt meðan Shakira í tíðarskeiðinum 2012-2014 búði í Spania. Shakira búði í Spania í meira enn seks mánaðir og ein dag, ið er loyvda tíðarskeiðið at búgva í landinum uttan at rinda skatt.