Mikudagin samtykti tingið í spanska landslutinum Katalonia at banna tarvafikting, men fyribils bendir lítið á, at aðrir landslutir fara at gera tað sama. Ein meiningakanning, sum blaðið El Pais hevur latið gera, vísir, at 60 prosent av spanska fólkinum halda lítið um tarvafikting, men at kortini eru 57 prosent ímóti at banna teirri aldargomlu ítróttargreinini.
Kanningin hjá El Pais vísir, at tey flestu halda samtyktina hjá tinginum í Katalonia vera eitt politiskt mótmæli heldur enn eitt tiltak til frama fyri djóravernd.
Katalonia er tann fyrsti landsluturin á spanska meginlandinum, sum bannar tarvafikting. Kanarisku Oyggjarnar hava havt eitt tílíkt bann síðani 1991.