Í Suðurevropa eru fleiri av bankunum komnir í somu trupulleikar sum bankar norðari í Evropa og hinumegin Atlantshavið. Spanski forsætisráðharrin, Jose Luis Zapatero, kunngjørdi í gjár, at stjórnin hevði samtykt at stovna ein neyðgrunn við 30 milliardum evrum til at styrkja landsins fíggjarkervið.
Zapatero boðaði samstundis frá, at ríkiskassin tryggjar øllum innlán í bankunum upp til 100.000 evrur, og tað er tvær ferðir meiri enn tað mestamarkið, sum fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum samdust um fyri nøkrum døgum síðani.
Í Italia boðaði Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, frá í gjár, at hann hevði boðað stjórnini á kreppufund at umrøða støðuna hjá tí fíggjarliga kervinum, tí fleiri av landsins bankum líða undir remingunum kring heimin.









