Eitt av landsliðunum, mong vænta sær nógv av í HM-endaspælinum í Suðurafrika í summar, Spania, ætlar sær at spæla nógvar venjingardystir undan kappingini. Europameistararnir spæla 3. mars ímóti Fraklandi, 29. mai ímóti Liechtenstein og 8. juni ímóti Suðurkorea. Í HM-endaspælinum, sum byrjar 11. juni, er Spania í bólki saman við Sveis, Honduras og Chile.










