Amerikanski kreditmetingarstovnurin Moody's lækkaði í gjárkvøldið spanska kreditvirðið trý stig úr A3 í Baa3.
Moody's sigur, at avgerðin hjá sponsku stjórnini at læna 750 milliardir krónur frá ES til landsins bankakervi fer bara at tyngja ta almennu skuldina, sum er vaksin nógv frammanundan orsakað av kreppuni.
Lækkar spanska kreditvirðið eitt stig afturat, fær spanski búskapurin støðu sum tað, ið búskaparfrøðingar kalla ruskspannabúskap, skrivar Ritzau.