Spania lýst í undantaksstøðu

Spania er hart rakt av koronu, og nú er útgongubann lýst um alt Spania

Spania er harðast rakta landið, nú onnur bylgja av koronusmittuni skolar inn yvir Europa. Fríggjadagin vóru 20.000 fólk staðfest sjúk í Spania í einum døgni, og 231 fólk vóru deyð við koronu. Samlaða deyðstalið í Spania er nú farið at nærkast 35.000.

Upp undir vikuskiftið lýstu nakrir landslutir í Spania útgongubann um náttina, men nú hevur miðstjórnin í Madrid sett nýggj og strangari tiltøk í verk.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanches, hevur í røðu í dag lýst lýst undantaksstøðu í Spania, og nú er útgongubann sett í verk um alt landið – undantikið kanarisku oyggjarnar – frá klokkan ellivu á kvøldi til klokkan seks á morgni. Hendan avgerð varð tikin á kreppufundi í sponsku stjórnini í dag.

– Veruleikin er, at Europa og Spania eru rakt av nýggjari bylgju av farsóttini, segði Pedro Sanchez sambært AP.

Fyribils er undantaksstøðan í Spania galdandi í 15 dagar, men forsætisráðharrin fyrireikaði spaniólar upp á, at hon kann koma av varða heilt upp í seks mánaðir.

Stjórnin hevur eisini boðað teimum 19 landslutunum frá, at tey kunnu seta strangari tiltøk í verk, um tey halda tað verða neyðugt.