Í dag er parlamentsval í Spania. Veljarakanningar benda á, at valdið fer at flyta frá vinstra til høgra.
Pedro Sanchéz úr javnaðarflokkinum Partido Socialista Obrero Español (PSOE) hevur verið forsætisráðharri í Spania seinastu fimm árini, men hann og flokkurin hava mist undirtøku. Í veljarakanningum hevur flokkurin staðið til at fáa umleið 28 prosent av atkvøðunum.
Sambært veljarakanningum kann konservativi flokkurin Partido Popular (PP) verða stóri vinnarin. Leiðari í flokkinum er Alberto Núñez Feijóo, og hann kann fara at verða næsti forsætisráðharri í Spania. PP stendur til at fáa 34 prosent av atkvøðnum.
Sannlíkt er, at Feijóo fer at fáa brúk fyri stuðli frá meira høgrasinnaða flokkinum Vox, sum stendur til at fáa umleið 13 prosent av atkvøðunum.
Fyrstu ábendingarnar um úrslitið á valinum í Spania í dag roknast við at koma klokkan 19.30 í kvøld.











