Spania fer at stevna Noregi

Spanska stjórnin fer at draga Noreg fyri altjóða dómstólin í Haag, tí norska sjóverjan tók tveir spanskar trolarar á Svalbard-leiðini fyri tveimum mánaðum síðani. Tað skrivar spanska blaðið Terra.

Norsk sjóverjuskip settu fólk umborð á teir báðar trolararnar at kanna veiði og reiðskap, og tað vísti seg, at teir høvdu fiskað nógvan svartkalva, sjálvt um teir søgdu seg fiska rækjur. Trolararnir høvdu ikki loyvi at fiska svartkalva, og teir fingu tí boð um at fylgja við til lands, har teir fingu stóra bót. Spanski fiskimálaráðharrin, Elena Espinosa, vildi tá vera við, at Noreg hevði ikki rætt til at kanna skip, sum sigla undir ES-flaggi, men hesum sjónarmiði vísti norski starvsbróður hennara, Helga Pedersen, aftur.

Uttanríkisráðið í Oslo sigur seg ikki hava hoyrt nakað frá sponsku myndugleikunum síðani. Ger Spania álvara av hóttanini at leggja málið fyri dómstólin í Haag, er tað fyrstu ferð, at spurningurin um norska eftirlitsrættin á Svalbard-leiðini skal roynast í einum rætti, skrivar Dagsavisen.