Spania farið undir rættarmál um uppreisturin í Katalonia

Loysingarfólk úr Katalonina vórðu í dag í hægstarætti í Madrid, tá rættarmálið eftir loysingarkreppuna í ríkasta partin av Spania byrjaði.

 

Tilsamans 12 ákærd vóru sett fyri teir 12 dómarar á rættarfundinum, sum var sendur í sjónvarpi

 

Tey eru ákært í sambandi við fólkaatkvøðuna í Katalonina 1. oktober fyrraárið. Frammanundan var atkvøðugreiðslan søgd at vera í stríð við grundlógina.

 

Harumframt eru tey ákærd fyri ólógliga frælsisyvirlýsing.

 

Víðari verður sagt, at tey  »brúktu allar neyðgu miðlar fyri at náa málinum, eisini harðskap«.

 

Verjar teirra vístu øllum aftur og tosaðu í staðin um løgregluharðskap á degnum, tá fólkaatkvøðan var í Katalonina.

 

/ritzau/AFP