Spania er í EM finaluni eftir brotssparkskapping

Tað skuldi brotsspørk til at skilja Portugal og Spania í hálvfinaluni í EM endaspælinum. Tað endaði vi at Cesc Fabregas kundi skjóta Spania í EM finaluna fyri aðru ferð á rað.

 

Einki mál kom í vanligari leiktíð og heldur einki mál kom í longdari leiktíð. Portugal hevi munin í fyrra hálvleiki, meðan seinni hávleikur var rótutur og javnur. Í longdari leiktíð tók Spania yvir, men sjáldan megnaðu teir veruliga at hótta Portugal.

 

Spania hevði óvæntað valt at hava Alvaro Negredo sum fremsta mann, meðan Hugo Almeida avloysti skadda Helder Postiga í álopinum hjá Portugal.

 

Portugal kom væl frá fyrra hálvleiki og megnaði ferð eftir ferð at bróta spanska avleveringsspælið. Spania hevði tvæar góðar royndir, men báður ferðir fór bólturin uppum. Í hinum endanum hevði Cristiano Ronaldo eina skotroynd, men heldur ikki hann rakti málið

 

Seinni hálvleikur var rótutur og hvørki av liðnum megnaði at trýsta ella hótta hitt. Fáar minuttir fyri tíð var um reppið at Portugal skoraði upp á skjótálop, men avleveringin til Cristiano Ronaldo lá ov aftarliga og tá hann kom til skot fór bólturin uppum.

 

Einki mál kom í vanligu leiktíðini og tí varð farið til longda leiktíð. Andres Iniesta fekk størsta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá Jordi Alba legði innfyri, men málmaðurin bjargaði meistarliga. Í seinna hálvleiki hevði Spania fult tamarhald á og millum annað var Pedro nær við, men verjuleikari fekk taklað í evstu løtu.

 

EM Hálvfinala:

 

Portugal – Spania 0-0 (0-0) 2-4 eftir brotsspørk

 

1. Spania: Alonso: Brennur, málmaðurin bjargar til sína vinstru 0-0

1. Portugal: Moutinho: Brennur, málmaðurin bjargar til sína høgru 0-0

2. Spania: Iniesta: Skorar trygt. Málmaðrin fer skeivan veg. 0-1

2. Portugal: Pepe: Skorar, Casillas fer rætt, men skorti er neyvt úti við stongina 1-1

3. Spania: Pique: Skorar, eins og Pepe 1-2

3. Portugal: Nani: Skorar, høgt til vinstru. Iker fer skeivan veg 2-2

4. Spania: Ramos: Skorar, mitt í mál eins og Pirlo gjørdi 2-3

4. Portugal: Alves: Brennur, rakar tvørstongina 2-3

5. Spania: Fabregas: Skorar, stongina og inn. Spania víðari! 2-4

5. Portugal

 

Portugal: 4-3-3:

Rui Patricio - Joao Pereira, Pepe, Bruno Alves, Fabio Coentrao – Meireles (Varela 113.min), Veloso (Custodio 105.min), Joao Moutinho - Nani, Almeida (Nelson Oliveira 81.min), Ronaldo.

Á bonkinum: Eduardo, Quaresma, , Ricardo Costa, Rolando, Ruben Micael, , Miguel Lopes, Hugo Viana, Postiga, Beto.

 

Spania: 4-3-3

Casillas - Arbeloa, Pique, Sergio Ramos, Jordi Alba – Xavi (Pedro 87.min), Busquets, Alonso – Silva (Jesus Navas 60.min), Negredo (Fabregas 54.min), Iniesta.

Á bonkinum: Valdes, Albiol, Javi Martinez, Juanfran, , Torres, Mata, Llorente, Santi Cazorla, Reina.

 

Dómari: Cuneyt Cakir (Turkaland)

 

Mynd: AFP/Gettyimages