Spania broytir kós

Sponsku sosialistarnir, sum vunnu valið sunnudagin, fara at leggja Spania á eina aðra uttanríkispolitiska kós

Valsigurin hjá sosialistiska flokkinum PSOE var uttan iva eitt óbeinleiðis úrslit av teirri blóðugu bumbuatsóknini at Madrid í síðstu viku.
Nógvir spanskir veljarar vóru sera misnøgdir við, hvussu stjórnin hjá Jose Maria Aznar, forsætisráðharra, hevði handfarið kanningararbeiðið aftan á atsóknina. Longu beint eftir brestirnar helt stjórnin uppá, at tað var baskiski yvirgangsfelagsskapurin ETA, sum hevði lagt bumburnar, men aftan á fráboðanina frá al-Qaeda noyddist stjórnin at viðganga, at hon hevði mistikið seg.
Tað revsaðu veljararnir hana fyri. Stjórnarflokkurin, sum sambært øllum veljarakanningum stóð til at vinna valið, fekk 37,6 prosent av atkvøðunum, meðan tann sosialistiski andstøðuflokkurin PSOE fekk 42,6 prosent.
Sosialistiski floksformaðurin, tann 43 ára gamli José Luís Rodroguez Zapatero, segði aftan á valsigurin, at flokkurin fer at leggja spanskan politikk á eina aðra kós. Hann lovaði, at landið fer at halda fram við bardaganum ímóti yvirgangi, men eygleiðarar í Madrid siga, at spanski uttanríkispolitikkurin verður ein annar nú. Undir valstríðnum lovaðu sosialistarnir, at teir fara at taka teir sponsku hermenninar úr Irak, og eygleiðararnir siga, at sosialistarnir fara at knýta Spania tættari ES, meðan sambandið við USA verður veikari í framtíðini.