Spaniólar steingja strendur

Lívshættisligar hvalspýggjur herja spanskar strendur

Myndugleikarnir í Alicante økinum í Spania hava stongt fleiri strendur, tí vandamiklar hvalspýggjur hava gjørt innrás í økinum.

Tað skrivar Costa Blanca Today.

Hvalspýggjurnar kunnu verða lívshóttandi fyri fólk, og tær eru at finna í stórum tali fram við pørtum av Costa Blanca strondini har eysturi í Spania. Hetta er eitt væl umtókt feriuøki, har eisini nógvir føroyingar plaga at ferðast. 

Tað er eitt slag av hvalspýggju, tey kalla »portugisiskur orlagsmaður«, sum serliga ger um seg. Hendan hvalspýggjan er vandamikil, tí hon inniheldur nervaeitur, sum kann geva fólki stóra pínu og í ringasta føri lamma fólk ella geva teimum hjartasteðg. 

Verða fólk rakt av einum »orlogsmanni« kennist tað sum at fáa ein elektriskan stoyt, og í besta føri sleppa fólk við høvuðpínu, spýggju og og húðøsing.