Spaniólar spara fartelefonina burtur

Í oktober vórðu ein hálv millióin fartelefonhald uppsøgd í Spania. Orsøkin er umfatandi búskaparkreppan, sum hevur rakt Spania.

Í ár eru tað blivin 2,1 millión færri fartelefonhald í Spania, sum hevur 47,1 milliónir íbúgvarar. Tað eru 53,7 milliónir fartelefonhald í Spania.

Tølini koma frá sponsku Telestýrinum, og har eru tey ikki í ivi um, at tað er búskaparkreppan, sum er orsøkin til gongdina.

Arbeiðsloysið í Spania er umleið 25 prosent, og millum tey ungu er arbeiðsloysið heili 50 prosent, og hetta fær fólk at spara faretelefonina burtur.