Seinastu dagarnar hava fleiri móttikið eitt SMS, ið sigur seg vera frá Nokia, ið sigur at tú hevur vunnið 110.000 bretsk pund. Spam, ávarar Føroya Tele Síðan 4. januar hava alsamt fleiri føroyingar fingið eitt undarligt sms sendandi frá einum útlendskum nummari. Í SMSinum stendur soleiðs:
»Congrats! Your mobile no. Has won 110,000 GBP on this year Nokia mobile reward scheme. To claim call +447045757280 or email: claims_nokia@live.co.uk«
Tað byrjaði tann 4. januar, tá 55 slík SMSir komu til landið. Síðan vakst tað til 137 dagin eftir, og víðari til 241 tann 6., 204 tann 7., 101 í gjár og 159 SMSir í dag klokkan 14.
Tað sum mest sannlíkt hendir, tá tú ringir til hetta nummarið, er at tú verður beindur inn á onkra tænastu, sum so kostar tær eina rúgvu, og sum brotsmennirnir vinna pening við.
- Teir fyrstu dagarnir sær tað út, sum tað kemur frá TDC, men eftir 6/1 bleiv tað broytt til India. Hetta er nøkur følsk nummur, so tað er næstan ómøguligt at finna fram til teir, ið senda tað, men tað sum vit vanliga gera, er at taka hetta upp við veitaran, sum teir brúka, sigur Jan Mortensen frá Føroya Tele
- Vit hava sostætt feilmelda hetta til TDC í Danmark. Vit vilja víðari meta um vit skulu lukka fyri tí veitarinum, sum SMSini koma frá. Vansin er, at man eisini lukkar fyri øllum ørðum SMS og møguliga roaming/reiking samtalum í koma frá tí veitarinum, greiðir hann frá.
Jan Mortensen greiðir eisini frá, at hetta ikki hevur verið nakar stórur trupulleiki higartil, men at tað er ein vaksandi trupulleiki, og at Føroya Tele hava umhugsað at gera eina íløgu í eitt »spam« filtur til teirra SMS sentral í 2009.