- Spakin verður settur í fyrsta dagin

Spakin til nýggja biogassverkið, sum Bakkafrost er í ferð við at lata byggja á Skarðshjalla, verður skjótt settur í.

Spakin til nýggja biogassverkið, sum Bakkafrost er í ferð við at lata byggja á Skarðshjalla, verður skjótt settur í. 

 

- Vit hava fingið tilboð frá veitarum, og hava valt at arbeiða víðari við einum. Tað verður væntandi klárt til undirskrivingar innan heilt stutta tíð.Spakin verður settur í fyrsta dagin, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. 

 

Ein rakstrarleiðari er settur til verkætlanina, sum hevur drúgvar royndir við biogassframleiðslu í Danmark. 

 

Stjórin í Bakkafrost er spentur uppá tíðina, sum er fyri framman, og vísir á, at hetta kann fáa stóra ávirkan á landbúnaðin og alivinnuna í Føroyum.

 

- Eg haldi, tað er nokkso stórur spenningur um hatta, tí hatta er so øðrvísi. Hatta er fyrsta biogass verk í Føroyum. Tað kemur at hava stóra ávirkan á landbúnaðin, um tað gongur sum ætlað, sigur Regin Jacobsen. 

 

- Fyri alingina vil hetta vera eitt íkast til, at mann minkar um dálkingina á firðinum, sigur hann og sipar til stóra útlátið, sum kemur frá smoltstøðunum. 

 

Biogassverkið fer at taka ímóti upp til 50.000 tonsum av mykju frá bøndum og slógvi frá alivinnuni. Haraftrat fer tað at veita landbúnaðinum um 40.000 tons av gassaðum tøðum árliga. 

 

Burturúr tilfarinum, sum verður viðgjørt og avgassað, verður hiti vunnin, sum skal latast Fjarhitafelagnum, umframt at tað fer at veita streym til SEV.

 

Hoyr alla samrøðuna við Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrost, omanfyri.