Mánadagin fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at grava fyrsta spakan í byggingini av nýggjari fimleikahøll við Tórsvøll i Havn. Í Tórshavnar kommunu er tvey stór fimleikafeløg, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið, ið leingi hava havt tørv á hallum. Fyrstu stigini til nýggju høllina varð tikið í 2004, og nú verður so fyrsti spakin settur í. Ætlandi stendur høllin liðug í 2009, og fer hon tá at kosta 56 milliónir krónur.