Tað var ein sera fegin borgarstjóri, sum í gjár setti spakan í til Klaksvíkar Badmintonhøll beint sunnanfyri KÍ høllina. Í stuttari røðu segði Steinbjørn Jacobsen millum annað um stigtakaran Jákup Anthoniussen
- Jákup man vera ein tann treiskasti maðurin, eg kenni treiskur á ein óvanliga positivan hátt við tí ótroyttiliga ágrýtni, hann hevur lagt í arbeiðið at fáa klaksvíkingum og norðoyingum eina badmintonhøll.
Íróttarmiðdepil
Nýggja høllin skal byggjast beint sunnanvert KÍ høllina, og verður um somu stødd, sum hendan. Eftir ætlan skulu hallirnar í avísan mun byggjast saman við einum millumbygningi, sum skal kunna brúkast sum felags goymsluhøli. Eisini er ætlanin, at millumbygningurin skal gera tað møguligt at taka báðar hallirnar í nýtslu samstundis til eitt nú størri sølustevnir og líknandi.
At høllin kemur at liggja beint í hjartanum á ítróttarøkinum í Klaksvík, halda stigtakararnir bara kann verða ein fyrimunur. Svimjihøllin liggur beint við og bert fáir metrar eru til KÍ høllina. Sostatt verðu mest sum talan um ein nýggjan ítróttarmiðdepil í Klaksvík. Sum skilst, kemur tað eisini meir enn so fyri, at plásstrot er í høllunum á Kambsdali og á Skála, so uttan iva fara eysturoyingar eisini at fáa gleði at víðkaðu ítróttarmøguleikunum í Klaksvík ikki minst nú ferðasambandið verður so nógv høgligari.
Góðan stuðul
Tað er Jákup Anthoniussen úr Klaksvík, sum hesi seinastu trý árini hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at fyrireika arbeiðið og útvega fígging til badmintonhøllina. Jákup sigur, at hóast tað hevur tikið sína tíð, hevur tað samanumtikið gingið væl at skaffa fígging til høllina. Góður stuður er fingin frá bæðið landinum og kommununi, og eisini hevur Mærsk McKinney Møller sýnt høllini vælvild. Út frá fyriliggjandi fíggjarætlan kemur høllin at kosta á leið 14 milliónir kr. Nú spakin er settur í, og arbeiðið kann byrja, væntar Jákup, at høllin verður klár at taka í nýtslu í august mánað næsta ár. Tað er byggifyriøkan Norðhús í Klaksvík, sum kemur at standa fyri arbeiðinum.