Umleið 50 fólk vóru komin saman mikudagin á grundøkinum hjá samkomuni Lívdini. Grundøkið er við Vegin Langa og Djúpagilsvegin í Hoyvík.
Tað var Leivur Guttesen, sum tann elsti av seks verjum fyri samkomuna Lívdina, ið fekk heiðurin at seta at seta spakan í.
Samkoman Lívdin varð sett á stovn í august 2001. Fyrstu tíðina var hildið til í Virkni á Berjabrekku og síðan 2002 í Hoyvíkar Skúla.
Eftir ætlan verður útgrevstur og planeringsarbeiðið liðugt í mai 2005, tað
er Falkon Entreprenørfelag v. Jóhan Berg í Saltnesi, sum gerð jørðarbeiðið.