Spaki settur í til ellisheim í Leynum

Ætlanin er, at lendisarbeiðið skal verða liðugt komandi summar.

 

Bygdaráðið í Kvívíkar kommunu tók hin 16. desember støðu til at taka av tilboðnum hjá Sp/f Grettir á 1.113.650 krónur.

Tilboðið er upp á lendisarbeiðið í samband við ellisheimið, sum skal byggjast í Leynum.

Seinasta leygardag varð sáttmálin millum Sp/f Grettir og Kvívíkar kommunu undirskrivaður.

Arbeiðið fer í gongd fyrst í 2021 og verður liðugt á sumri í 2021.

Sama dag, sum avtalan varð undirskrivað, varð eisini spakin settur í lendið, har heimið skal byggjast. 

Hetta er soleiðis fyrsta stig í einari verkætlan at byggja eitt ellisheim í Leynum. 

##med2##