Nú sleppa heimasandsfólk at síggja fyrsta tekinið um, at tann nýggi barnaskúlin í bygdini gerst veruleiki, skrivar bkv.fo. Tað fyrsta flagið verður nevniliga skorið av til barnaskúlan kl. 17 hósdagin, og verður tað gjørt av forkvinnuni í mentanar- og trivnaðarnevndini hjá Sands Kommunu, Lis Clementsen.
Við høvið fer borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu at halda røðu. Og aftaná bjóðar Sands Kommuna ein kaffimunn í umsitingarbygninginum, har øll eru vælkomin.
Ætlanin er, at skúlin skal standa liðugur í desember mánaði í ár.