Eftir at FC Suðuroy fyrr í hesum mánaðinum tapti móti Skála í 2. deild, sendu suðuroyingar inn kæru, har teir søgdu, at Jákup Jacobsen ikki hevði spæliloyvið hjá Skála, og at Skála tí skal tapa dystin. Kappingarreglurnar eru greiðar á hesum økinum, og tí er lítil ivi um, at FC Suðuroy vinnur hendan dystin á skrivaraborðinum.
Málið er tó størri enn so, tí sami Jákup Jacobsen hevur verið fastur fúsur á besta liðnum hjá Skála í alt ár, har hann hevur spælt 20 dystir. Sambært stigatalvuni, so hevur Skála tryggjað sær uppflyting til bestu mansdeildina, og so er spurningurin, um hetta stendur við, ella um felagið kann dømast at tapa allar dystirnar, tí ólógligur spælari er brúktur.
Bjørg Olsen, sum er samskipari hjá Skála, viðurkennir mistakið, men hon sigur, at tey hava handlað í góðari trúgv.
- Jákup fór á ítróttaskúla í fjør, og tá varð spæliloyvið flutt til Danmarkar. Fleiri fólk í felagnum eru skift út síðani tá, og eingin hevði gáað eftir, at spæliloyvið ikki varð flutt heim, tá hann flutti aftur til Føroya, sigur Bjørg Olsen.
Eingin ivi er tí um, at spæliloyvið hjá Jákupi Jacobsen ikki hevur verið í lagið í alt ár. Stóri spurningurin er, um FSF sigur, at tá eingin hevur kært innan 5 dagar, kann Skála ikki dømast at tapa hinar dystirnar, sum Jákup Jacobsen hevur spælt við. Ella um FSF sigur, at Skála skal tapa dystirnar og tí skal flyta niður.
Tann spurningurin kann verða avgerandi fyri FC Suðuroy, sum kann vinna bronsu í 1. deild og harvið flyta upp, um Skála ikki sleppur upp. Og tað kann eisini hava avgerandi týdning fyri TB ella KÍ, um tey enda nr. 9 í Effo-deildini, og FC Suðuroy ikki verður millum tey trý fremstu í 1. deild. Tá verður talan nevnliga bert um tann eina niðurflytaran úr Effo-deildini. Og so ávirkar hetta eisini botnstríðið í 1. deild, har KÍ, TB og EB/Streymur stríðast um at sleppa undan 9. plássinum.