Grasagarður, sum hevur verið ein grønur blettur í miðbýnum, verður nú umbroyttur til eitt spælipláss.
Tórshavnar Býráð samtykti í mai mánað at gera Grasagarð til eitt spælipláss, fyri at nøkta stóra tørvin á einum spæliplássi í miðbýnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði tá, at hetta var ein partur av miðbýarætlanini, fyri at fáa børn og barnafamiljur inn aftur í býin.
- Tað skulu vera látur og grátur og spælandi børn í miðbýnum, segði hann.
Tórshavnar Býráð játtaði 1,5 milliónir krónur til arbeiði og byrjað varð beinanvegin.
Ætlanin var, at spæliplássið skuldi standa liðugt á Ólavsøku, men tann tíðarætlanin helt ikki. Sambært Tóra í Hoyvík, býargartnara, rendu teir seg í kloakktrupulleikar í samband við byggingina, og tað hevur tikið tíð at ruddað upp í.
- Nú fer at nærkast endanum og væntandi verður arbeiði liðugt í komandi viku, sigur Tóri í Hoyvík við in.fo.
Hann sigur, at nú manglar bert at leggja gummiasfalt á spæliplássið, men at hetta krevur terra fyri at gerast av røttum. Fýra løg, í ymiskum litum, skulu leggjast, og teir leggja ein lit um dagin. Sostatt verður nú bíðað eftir fýra turrveðursdøgum at gera arbeiðið liðugt í.