Spældu á trompet í regni

Í Nólsoy hendir ikki so lítið, sum onkur kanska kundi ímyndað sær.

Í Nólsoy hendir ikki so lítið, sum onkur kanska ímyndar sær.

 

Tað er stutt ímillum molan í Nólsoy og molan í Havn, og í betru tíðini av árinum er ikki so lítil bátaferðsla um Nólsoyarfjørð, umframt strandfaraskipið, sum røkir farleiðina.

 

Ein rættiliga fastur fúsur í Nólsoy við ferðafólki í summarhálvuni og annars, tá líkindini eru góð, er Norðlýsið við Birgiri Enni sum skipara.

 

Aftur í dag var Norðlýsið í Nólsoy, hesaferð í regni. Tað helt tó ikki gestunum, sum við vóru, aftur í at spæla nøkur løg á bryggjuni í Nólsoy - á trompet. 

 

Á myndini sæst, at tað regnar, og líkt er ikki til, at her er tann stóra áhoyrarafjøldin, meðan spælt verður.

 

Men, ivaleyst mundu tey, ið spældu á ljóðførini í regninum í Nólsoy í dag, kortini hava eina stuttliga løtu á bryggjuni.