Spæla hasard við mannalagnum

Tað er at spæla hasard við mannalagnum, tá landsstýrið ikki uppraðfestir eldraøkið á síni egnum fíggjarlóg, heldu varaborgarstjórin í Havn

Í Hvassorðaðum lessarabrævi skjýtur Jógvan Arge við skørpum eftir ætlanunum hjá landsstýrinum at leggja eldraøkið út til kommunurnar

 

Jógvan Arge skrivar, at málið hjá landsstýrinum einvíst er at sleppa landskassanum undan teimum útreiðslum, sum eldraøkið ber við sær.

 

- Hvussu eldraøkið er viðfarið í seinastuni, hava vit øll verið vitni til. Økið er skorið inn á bein í rakstri, soleiðis at nóg illa tann allarmest neyðuga tænastan er tøk. Tað, sum í løtuni verður hildið at vera tann besta tænastan á eldraøkinum, heimahjálpin, skríður í skræðuni og hevur gjørt tað leingi, skrivar Jógvan Arge, sum eisini finst at teimum kommunalpolitikarum, sum eru fyri at átaka sær avbjóðingarnar á eldraøkinum.

 

- Av óskiljandi grundum vilja oddafólk í kommununum heldur enn fegin taka ímóti peningaligu og umsitingarligu byrðuni, sum eldraøkið ber í sær. Mann freistast at hugsa, at her blanda fólk kommunupolitikk og landspolitikk saman - og taka størri atlit til en villan landspolitikk enn til sín egna kommunala førleika.

 

Lesarabrævið hjá Jógvani Arge kann lesast HER