Seinnapartin vera dysturin um triðja plássið og finalan í so nevndu Klaksvíks kappingini. Klokkan 13.00 hittast ÍF og B36 í dystinum um triðja plássið, og klokkan 15.30 verður finalan millum KÍ og HB.
Í gjár vann HB 5-1 á B36, og KÍ spældi seg í finaluna eftir brotsparkskapping ímóti ÍF. Úrslitið eftir vanliga leiktíð var 1-1.
Í gjár vóru fótbóltslíkindini góð, og um veðrið seinnapartin verður, sum tað hevur verið í morgun, so verða tað góð líkindi at spæla fótbólt í Klaksvík seinnapartin.









