Spæla á Argjum í morgin

AB og Skála hittast inni í Vika um eitt lítið samdøgur

Bjarki Danielsen avgjørdi at bríksla dystin av við Margáir

Tað er nú greitt, at útsetti dysturin millum AB og Skála verður seinnapartin í morgin.

 

Í dag var ov nógvur vindur at spæla fótbólt í Vika á Argjum. Petur Reinert gjørdi av, at tað ikki bar til at spæla. Nú er greitt, at dysturin verður í morgin, mánadagin 3. oktober klokkan 16.

 

Bjarki Danielsen var dómari við Margáir, har dysturin varð avblástur í 56. minutti.

 

-Vindurin var nógvur, men tað var væntandi, at hann fór at minka. Tað vísti seg, at vindurin í seinna hálvleiki framvegis var nógvur, og so gjørdi eg av at gevast. Nú er tað kappingarnevndin, sum ger av, nær dysturin verður spældur, sigur Bjarki Danielsen, sum var dómari við Margáir.

 

Mikudagin fer 07 Vestur at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini í Klaksvík. Tí er fyrsti møguleikin aftur at spæla landskappingardyst við Margáir mikudagurin í næstu viku, sum er í heystfrítíðini.              

 

Bjarki Danielsen avgjørdi at bríksla dystin av við Margáir