Sjónleikarhúsið í Havn var væl meira enn fullsett mánakvøldið, tá ein nýggjur sjónleikur varð frumframførdur. Músafellan eftir Agathu Christie varir tveir tímar við einum steðgi.
? Hetta er ein krevjandi leikur, tá hugsað verður um, at bara tríggir av leikarunum hava roynt at staðið á palli fyrr, sigur Aksel Joensen.
Aksel Joensen er formaður í leikbólkinum Spírar, ið var stovnaður fyri einum ári síðani og stendur fyri framførsluni av Músafelluni. Aksel er eisini ein av leikarunum, sum fara at standa á palli komandi vikurnar.
? Vit hildu at sjónleikarumhvørvið var eitt sindur deydligt, og tí fóru vit undir at stovna ein nýggjan leikbólk, og hetta er okkara fyrsta framleiðsla, sigur Aksel.
Átta leikarar eru við í leikinum. Teir eru Aksel Joensen, Sólva Jónsdóttir, Beinta Danielsen, Hanna Flóvinsdóttir, Hilmar Joensen, Gutti Winther, Eyðfinn Steensen og Ronnie Poulsen.
Harumframt eru fleiri fólk, ið standa handan leiktjaldið. Jákup Veyhe er leikstjóri, Herleif Hammer er framleiðslustjóri, Gunnvá Zachariasen er hjálparframleiðslustjóri, meðan Turpin N. Djurhuus og Hallur Hjalgrímsson standa fyri palli og ljósi.
Hendingarnar í leikinum fara fram í London beint eftir kríggið í 1952. Eitt morð er framt á gøtuni. Gerningsmaðurin verður eftirlýstur í útvarpinum.
Handlingin fer mest fram á einum gistingarhúsi uttanfyri London. Har koma fleiri fólk, ið øll passa til lýsingina av drápsmanninum. Tað er uppgávan hjá løgreglumanninum á staðnum at finna tann rætta persónin.
Leikurin verður framførdur hvønn dag til og við mánadagin 23. apríl. Tá verður Músafellan troðka burtur av marknaðardegnum hjá húsinum. Leikurin verður tó tikin uppaftur eina viku seinni. Aksel Joensen sigur, at leikurin verður á skránni so leingi áhugi er fyri honum.