Spírandi ungdómur vanvirdur av Sosialinum!

Fríggjadagin 27. apríl var Músafellan, sum Spírar framføra í Sjónleikarhúsinum í Havn, ummæld í Sosialinum, helst av næmingum í starvsvenjing. Alt gott um tað, ið var skrivað, tí bæði pallur, leikarar, ljós- og ljóðgóðska fingu framúr gott ummæli, og tað hava tey í Spírum so avgjørt uppiborið.

Eva Brekkstein

Men...er tað ikki at vanvirða spírandi ungdóm, ið hevur gjørt eitt gott arbeiði við at skapa nakað, at ummæla leikin dagin eftir ætlaðu síðstu sýning? Myndin, ið nýtt er saman við ummælinum, er eitt atgongumerki, har tað sæst, at ummælarnir hava verið til leikin frumframførslukvøldið 16. apríl. So hetta ummæli átti at komið í blaðið beint eftir frumframførsluna, tí hvat skulu vit lesa eitt ummæli til, tá vit ikki hava møguleika at síggja leikin? (um vit altso ikki langt síðan hava sæð hann!!) So er bara at vóna at eykasýningar verða, ella at leikurin verður tikin upp aftur seinni.

Eg havi hug at halda, at grundin til, at Músafellan ikki hevur verið ummæld í Sosialinum fyrr enn nú, er, at Sosialurin als ikki var til frumframførsluna, hóast hann fekk innbjóðing. Tí tað tekur neyvan 10 dagar at skriva eitt ummæli. Bíðað var bara eftir at fáa næmingar í starvsvenjing, so at teir kundu taka sær av tí.

Vit kunnu tó gleðast um, at leikurin hóast alt er ummældur - betur seint enn ongantíð!